Fótbóltur
Hetta varð gjørt á samkomu í Café KÍ, sum seinnu árini hevur verið partur av KÍ-høllini.
Teir báðir vórðu heiðraðir fyri avrik síni í KÍ.
Jan Andreasen hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í 18 ár, og hevur hann millum annað verið við til at vinna tvey meistaraheiti hesi árini.
Fyri trúgvu tænastuna – og kanska eisini fyri sigursmálið móti B71 fyri góðum mánaði síðani – fekk Jan serliga minnisplátu frá fjepparunum, sum helst fegnir síggja Jan sum part av liðnum í 2009 eisini.
Jákup Mikkelsen hevur ikki spælt eins nógv ár í KÍ. Landsliðsmálverjin hevur gjørt fult so nógv vart við seg uttanlands, har Danmark, Noreg og Skotland eisini hava staðið á visit-kortinum, eins og hann í tvey ár vardi málið hjá B36.
Men tað var eingin ivi, tá besti KÍ’arin hetta kappingarárið skuldi kjósast, og varð málverjin eisini heiðraður fyri hetta.