FF-val
Tað er í morgin, hósdagin klokkan 14, at valdystur verður millum verandi formann í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard og avbjóðaran, Henrik Old.
Valfundurin, sum er almennur, verður á Vinnuháskúlanum, og væntandi er, at hann verður væl møttur.
Teir báðir fara ætlandi at viðgera spurningin, hvussu teir kundu hugsað sær, at Fiskimannafelagið verður rikið frameftir.
Lítið man vera at ivast í, at hetta verður ein ”festligur” valfundur, tí kenna vit Henrik Old rætt, er hann ein rættiliga ”gemytligur” persónur, sum veit, hvat hann tosar um – og hann dugir eisini at vera skemtiligur.
Jan Højgaard hevur hinvegin sínar bersøgnu meiningar um mong viðurskifti, sum viðvíkja fiskimonnum, og hann plagar ikki at vera tann, sum leggur fingrarnar ímillum.
Sosialurin fer at fylgja fundinum á Vinnuháskúlanum og fer at koma við eini umrøðu í blaðnum fríggjadagin.