Freistin at stilla upp til formansvalið hjá Føroya Fiskimannafelag var úti í dag kl. 12.00
Og tá var bara eitt uppskot komið til nýggjan formann. Formansval er triðja hvønn vetur í Føroya Fiskimannafelag.
Einasta innkomna uppskotið er Jan Højgaard, og tí heldur hann fram tey trý komandi árini.
Jan Højgaard er av Nesi í Eysturoy og er 59 ára gamal. Jan vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006 -2007 og hevur sitið í sessinum síðan.