Jan Hentze skal døma Bretland og Spania

Føroyski flogbóltsdómarin hevur higartil fingið sína størstu altjóða uppgávu. Í juli skal hann døma tveir European League-dystir millum Bretland og Spania. – Hetta er eitt stórt herðaklapp, sum eg ikki hevði væntað at fingið longu nú, sigur Jan Hentze.

Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá Jan Hentze, sum dømdi sín fyrsta altjóða dyst í desember 2004. Hesi gott og væl fýra árini hava so ofta verið boð eftir honum, at hann í summar fer upp um teir hálvthundrað dystirnar sum altjóða dómari.

At talan ikki bara er um kvantitet, men eisini kvalitet, gekk sjón fyri søgn í fyrradagin, tá hann fekk at vita, at hann í juli mánaði tekur stigið heilt upp í toppin, tí á dómaraportalinum hjá europeiska flogbóltssambandinum, CEV, sá hann, at hann nú skal døma sín fyrsta landsdyst ímillum tvey landslið á hægsta stigi.

– Eg havi sjálvandi dømt landsdystir fyrr, tí har hava verið onkrir vinardystir hjá Føroyum, onkrir unglingadystir í NM, umframt onkrir dystir á Oyggjaleikum. Men hetta verður altso fyrstu ferð, at eg skal døma tveir dystir, sum eru á nógv hægri stigi enn alt tað, eg havi dømt áðrenn, sigur Jan Hentze.

Talan er um tveir dystir í European League-kappingini millum Bretland og Spania, sum verða spældir í Bretlandi vikuskiftið 10. til 12. juli. Bretland roynir at spíla seg út og fáa bygt eitt gott lið upp til olympisku leikirnar í London í 2012, meðan Spania fyri tveimum árum síðani var nummar fýra í EM-endaspælinum og telist millum fremstu flogbóltstjóðir í Europa.

 

Kanska nummar 50

– Hetta er eitt stórt herðaklapp, sum eg ikki hevði væntað at fingið longu nú, tí eg havi ikki dømt so leingi til tað. Sjálvur hevði eg roknað við, at eg skuldi bíða eitt sindur enn, áðrenn eg fór at fáa nakran dyst av hesum slagnum, sigur føroyski altjóða flogbóltsdómarin.

– Eg helt sjálvur, at eg var komin øgiliga langt, tá eg í fjør dømdi eina av áttandapartsfinalunum í CEV Cup-kappingini, men avrikini hjá mær munnu hava verið góð, tá eg nú fái hesa avbjóðingina, sum altso er rættiliga stór.

Jan Hentze skal døma teir báðar dystirnar, sum helst verða spældir í Sheffield, saman við danska dómaranum, Birger Christensen, sum onkuntíð hevur verið í Føroyum og dømd. Fyrra dystin verður Jan annardómari, men seinna dystin verður hann fyrstidómari.

– Um eingin annar dystur verður á skránni hjá mær áðrenn hesar, verður hesin seinni dysturin, har eg eri fyrstidómari, mín altjóða dystur nummar 50. Men eg ivist í, um dagurin verður so rundur kortini, tí helst skal eg døma onkrar dystir á Oyggjaleikunum á Álandi, og kanska verður onkur annar dystur áðrenn tað eisini, sigur Jan.

Teir báðir dystirnir millum Bretland og Spania eru í European League-kappingini, sum er eitt slag av steypakapping fyri landslið, sum CEV hevur tey árini, tá eingin EM-kapping er. Fýra tey bestu koma í eitt endaumfar, har spælt verður um at gerast besta liðið í Europa tað árið.