Jan heldur fram sum formaður

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, heldur fram sum formaður komandi trý árini.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, vann formansvalið í felagnum.

Tá ið atkvøðurnar vórðu taldar upp fyrrapartin, var greitt, at hann er aftdurvaldur og situr í formansstólinum komandi trý árini.

 

Eit annað valevni var Aksel Hansen, sum eisini situr í stjórnini í felagnum.

 

Hetta er fimtu ferð, at Jan Højgaard er valdur til formann í Fiskimannafelagnum.