Føroyski altjóða dómarin, Jan Hentze, er settur at døma tríggjar av dystunum í EM-undankappingini í kvinnuflogbólti.
Einu ferðina verður Jan fyrsti-dómari, og tvær ferðir verður hann annar-dómari.
Fyrsti-dómari verður hann í dystinum leygardagin millum Skotland og Írland.
Í setanardystinum fríggjadagin millum Skotland og Luksemborg verður Jan annar-dómari, og tað verður hann aftur sunnudagin, tá Luksemborg og Írland møtast.