Jan dømir altjóða dyst í Tjekkia

? Sjálvt um hetta er ein dystur í minstu CEV-kappingini, er hetta ein góð uppgáva hjá mær at fáa, tí hetta er flogbóltur á høgum stigi, sigur Jan Hentze, sum skal døma saman við serbiska dómaranum, Goran Gradinski.

 

Dysturin verður spældur í Tjekkia, har VK Dukla Liberec í fyrru áttandapartsfinaluni hevur heimadyst ímóti rumenska CS Remat Zalau. ? Hetta er fyrstu ferð, at eg dømi dyst millum tvey eystureuropeisk lið, og tað gleði eg meg til, sigur Jan Hentze.

 

Í løtuni er hann staddur í Danmark, so hann hevur ikki í síðstuni havt ta stóru dystarvenjingina frá føroyskum flogbólti, men hósdagin skal hann døma ein dyst niðri saman við einum donskum dómara.