Jan Christiansen sær trøll á ljósum degi

Sum fyrrverandi borgarstjóri eigur Jan Christiansen at vita, at tað, sum verandi býráðssamgonga í Tórshavnar kommunu nú ger, er í ávísan mun slíkt, sum átti at verið gjørt, meðan Jan Christiansen og hansara fólk høvdu meiriluta í Tórshavnar kommunu

Í lesarabrævi í bløðunum mándagin boðar Jan Christiansen frá fíggjarligari skriðu í Tórshavnar kommunu.

Nei, tað verður einki fíggjarligt skriðulop í Tórshavnar kommunu. Skriður loypa, har lendið er bert og útpínt. Ikki har, sum dyrkað er.

Verandi býráðsmeiriluti hevur dyrkað fíggarliga lendið í Tórshavnar kommunu so væl, at eingin orsøk er longur til at óttast avleiðingarnar frá rakárunum undir Jan Christiansen.

Jan Christiansen roynir at geva fólki ta fatan, at verandi býráðsmeiriluti í Tórshavnar kommunu rekur ein óansvarligan fíggjarpolitikk. At prógva hetta ger hann eina roynd at seta upp, hvussu øgiliga nógv útreiðslurnar á kommunalu fíggjarætlanini eru øktar, síðan hansara samgonga legði frá sær.

Tað er rætt, at útreiðslurnar eru øktar. Og grundin er, at verandi samgonga noyðist at taka upp eftir undanfarnu samgongu og gera ein stóran part av tí, ið ligið hevur á láni, tí Jan Christiansen heldur tað síggja betri út at hava ein roknskap við lágum útreiðslum á pappírinum, enn at hava eina vælvirkandi kommunu, har borgarin fær tær tænastur, hann hevur goldið fyri.

Stórur partur av íløgunum á komandi fíggjarætlan verða gjørdar í samferðsluna og ikki minst í skúlar. Ein annar stórur partur er viðlíkahald av bygningum.

Við at lata vera við at halda kommunalar ognir viðlíka, ber til at spara pening á pappírinum eitt stutt tíðarskeið. Men úrslitið verður sjálvsagt, at tey, sum aftan á koma, noyðast at taka skrædlið og brúka lutfalsliga meira pening til viðlíkahald, fyri at ognirnar ikki skulu fara heilt fyri einki.

Tað er júst tað, sum nú hendir. Nú noyðist Tórshavnar kommuna at brúka pening upp á slíkt, sum Jan Christiansen og hansara samgonga ikki tók hond um.

Annað dømi eru stóru skúlabyggingarnar, sum Tórshavnar kommuna er noydd at gera. Vit hava ásannað, at eitt land, sum ikki hevur væl útbúgvið fólk, fylgir ikki við altjóða samfelagnum. Vit eru tí noydd at brúka nógvan pening upp á skúlabygging. Hevði Jan Christiansen havt so mikið av visiónum, at hann var farin undir hetta neyðuga arbeiði í síni tíð, var útreiðsluvøksturin á pappírinum ikki so ógvusligur. Eisini her eru stóru tølini ein ásannan av, at tað, sum Jan Christiansen hevur latið ligið á láni, hevur sitandi samgonga rygg til at fremja í verki.

Men Jan Christiansen og øll onnur kunnu vera heilt trygg. Tí alt hetta, sum Tórshavnar kommuna nú ger, hevur kommunan ráð at gera. Og hóast barnafrádrátturin samstundis hækkar, og ávís borgaragjøld lækka, hækkar skattaprosentið ikki. Tað sum borgarin fer at merkja er, at nú verða tey tiltrongdu arbeiðini gjørd og tænastur fyri allar borgarar hækka.