Terji Nielsen
Sjálvt um KÍ var við undirlutan sunnudagin, so hevur Jan Andreasen góðar vónir til dystin í kvøld. Hann sigur, at teir hava ongar umberingar til dystin sunnudagin, men at teir allir spældu væl undir miðal, og at teir eiga spæla munandi betri. Haraftrat verða Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen við aftur, og tað styrkir liðið. Jan sigur eisini, at HB spældi væl henda dagin, og tað skal eitt gott avrik til fyri at koppa oddaliðnum úr Havn.
Jan væntar, at venjarin fer at broyta nakað í taktiska upplegginum til dystin í mun til dystin sunnudagin, men hvørjar broytingarnar verða, vil Jan ikki koma inn á.
Seinast KÍ tók lut í eini finalu um Løgmanssteypið í 1994, var Jan leikbannaður, og tí gleðir hann seg nógv til dystin í kvøld.
Stendur nógv upp á spæl hjá báðum pørtum
Vinnarin av dystinum í kvøld tryggjar sær atgongumerki til altjóða fótbólt komandi kappingarár, og hetta hevur sera stóran týdning hjá báðum pørtum.
Pengarnir í føroyskum fótbólti eru nógvir í dag, og tí hevur luttøka í Europa Cup stóran fíggjarligan týdning fyri feløgini, sigur Jan.
Væntar at áskoðarar setast aftur
Jan Andreasen sigur, at hann væntar, at summir áskoðarar fara at setast aftur, orsaka av vánaliga úrslitinum sunnudagin, og so tí at sjónvarpið fer at senda dystin beinleiðis.
Ikki so, klaksvíkingar møta altíð talsterkir í Gundadali, og Strandferðslan hevur skipað soleiðis fyri, at gott samband er millum Klaksvíkina og Havnina bæði undan og aftaná finaluna, so helst verða teir ikki so fáir í tali, sigur Jan Andreasen.