Áðrenn ársenda verður ákæra reist móti Jan Allan Müller fyri at hava svikað fyri milliónir í felagnum Injector Trawldoors A/S.
Tað upplýsir ákærin við Sydøstjyllands politi, Jan Østergaard, fyri Horsens Folkeblad.
Kanningararbeiðið hevur vart síðani bústjórin í konkursbúnum Injector Trawldoors A/S 10. Juni í fjør meldaði Jan Allan Müller og ein bókhaldara fyri fíggjarligan kriminalitet fyri eina størri milliónaupphædd.
9. november varð ákæran víðkað til svik umvegis føroyska felagið Sp/f FO900 Invest. Tilsamans er talan um 18 ákærur og svik fyri umleið 8 milliónir krónur.
Løgreglan hevur kannað ymsar konti, sum teir ákærdu hava havt ræðisrætt yvir. Hóast eingin ólógligir pengar vórðu funnir vísa kanningarnar, at peningastreymurin úr feløgunum, Injector Trawldoors A/S og Sp/f FO900 Invest, er farin umvegis privatar konti hjá Jan Allan Müller.
Stjórin í feløgunum báðum, Jan Allan Müller, og bókhaldarin vórðu burturvístir av nevndini.
Hvørgin av teimum ákærdu hava vilja møtt til avhoyringar hjá løgregluni, ella hava tikið støðu til ákærurnar, skrivar Horsens Folkeblad.