? Eg vaknaði klokkan seks týsmorgunin við stórari pínu í síðuni. Eg fekk ikki anda, og trúði eg sigldi av.
Soleiðis greiður Jan Allan Müller frá hendingin, sum førdi við sær, at hann varð innlagdur á intensiva deild á sjúkrahúsi í Esbjerg tíðliga týsmorgunin.
? Eg havi milt sagt ikki havt tað gott seinastu dagarnar, men nú er frægari, sigur vágbingur tá vit umsíðir fingu fatur á honum á sjúkraleguni í Esbjerg í gjár.
? Høgra lunga hjá mær er punkterað, og eg má liggja her á sjúkrahúsinum í nakrar dagar afturat.
Jan Allan var heima og spældi landsdyst seinasta leygardag, og sunnudagin fór hann aftur til Danmarkar. Mánakvøldið vandi hann í Esbjerg og alt gekk sum vanligt.
Men týsmorgunin vaknaði hann við stórari pínu og andaneyð.
Fekk dyggan stoyt
Jan Allan veit ikki við vissu orsøkina til, at lunga hjá honum punkteraði, men hann heldur, at orsøkin er at finna í landsdystinum móti Kekkia.
? Eg fekk ein dyggan stoyt undir síðuna í einum av nærdystunum, og tað kann hava ført við sær, at lunga punkterði nakrar dagar seinni.
? Annars kunnu aðrar umstøður eisini gera seg galdandi, so eg veit ikki við vissu, hví hetta hendi.
Vónar at
gerast klárur
? Eg vóni at verða útskrivaður mánadagin, men skal halda frí í tvær vikur áðrenn eg kann fara at venja aftur, sigur Jan Allan.
Hvussu verður so við landsdystinum móti Spania?
? Gongur sum ætla kann eg venja aftur við fullari ferð um tvær vikur, og tá eru framvegis tvær vikur eftir til dysturin verður, so eg vóni at kunna vera klárur, sigur Jan Allan.
? Dysturin móti Spania verður eitt upplivilsi av teimum heilt stóru, ein stór og spennandi uppgáva, so eg vóni avgjørt, at eg kann vera við.
Men næstu tvær vikurnar má Jan Allan halda frí frá allari fótbóltsvenjing, og felag hansara, Esbjerg, má klára seg uttan hann.
Spurningurin er so um føroyska landsliðnum eisini má klára seg uttan hann móti Spania.