Í morgin klokkan 17.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.
Dysturin verður á útivølli í Uppsala móti Svøríki, ið er stórur favorittur undan dystinum. Hini bæði liðini í bólkinum eru Ísland og Luksemborg.
Svenski stórleikarin, 33 ára gamla Jamina Roberts sum hevur spælt 210 landsdystir fyri Svøríki og hevur skotið 516 mál væntar, at Svøríki vinnur á Føroyum í morgin, og vinnur eisini á Luksemborg á útivølli komandi sunnudag.
Við svenska miðilin, Handbollskanalen sigur hon tó, at hon metir, at Føroyar eru eitt sterkari lið enn Luksemborg: - Um vit venja rætt og fyrireika okkum væl, so vinna vit á Føroyum. Men eg vænti tó, at Føroyar vinna á Luksemborg. Tey hava uttan iva hondbóltsfepur í Føroyum, ið hvussu er um ein metir út frá avrikunum hjá monnunum. Sigur Jamina Roberts.
Jamina Roberts heldur, at svenska landsliðið hevur ein marglætistrupuleika við at vera í bólki saman við Íslandi, Føroyum og Luksemborg. Hon heldur, at svenska liðið kann brúka dystirnar móti Føroyum og Luksemborg sum góðar venjingar.
KVF vísir EM-undankappingardystin millum Svøríki og Føroyar.
Klokkan 15 komandi sunnudag spæla Føroyar móti Íslandi í høllini á Hálsi í Havn.