James James & Simon Toft í Undirbeat leygarkvøldið

Hann hevði allarhelst ikki vunnið fyri »mest sexutta DJ navn«, men hann dugir síni ting og fær fólk uppá gólv. Undirbeat bjóðar; Simon Toft. James James leggur út.

Undirbeat fær leygarkvøldið vitjan av ungum men royndum DJ snillingi úr Danmark, hvørs heiti er hvørki meir ella minni enn Simon Toft. Hann spælir eitt breitt úrval av elektro, trance og house.

 

Simon Toft er føddur í Keypmannahavn í 1986, og hevur altíð havt stóran alsk til elektroniskan dansitónleik. Hann hevur verið virkin sum DJ í skjótt fimm ár, og er vertur í tónleikasendingini Remix Sessions á clubbersradio.com. Harumframt hevur hann verið gestavertur í fleiri ymsum tónleikasendingum, m.a hjá kenda italienska plátusnúðinginum Giorgio Ponticelli.

 

Simon Toft spælir regluliga á diskotekum í Danmark, og hevur við egnum orðum stóran alsk til elektroniskan tónleik. Hann elskar at spæla tónleik fyri fólki, fáa lív í fjøldina, og gleðir seg at spæla fyri føroyingum!

 

Umframt Simon Toft fer Undirbeat kenningurin JamesJames at hita gólvið upp við sínum eyðkenda, gravskitna elektro funk stíli.

 

Undirbeat ? leygarkvøldið 8. mars ? frá 24.00 til 04.00 ? kostnaður 100 kr ? 18 ára aldursmark