James Holmes vil einki siga

Tann 24 ára gamli James Holmes var í dag í rættinum í býnum Centennial í amerikanska statinum Colorado, tí løgreglan hevur skuldsett hann fyri at hava skotið eftir fólki í einari filmshøll í býnum Aurora seinasta hóskvøld. 12 fólk doyðu av skotunum, og 58 vórðu særd.

Á rættarfundinum varð avgjørt, at mánadagin tann 30. juli skal ákæruvaldið reisa formliga ákæru ímóti James Holmes. Myndugleikarnir siga, at maðurin vil ikki tosa við løgregluna, og tí kann tað taka drúgva tíð at fáa staðfest, hví hann fór at skjóta eftir fólki, sum sótu og hugdu at tí nýggja Batman-filminum.

Ein ákæri í Colorado hevur sagt við tíðindastovuna AP, at hon umhugsar at krevja James Holmes dømdan til deyða, men at hon fer at tosa við avvarandi hjá teimum, sum doyðu, áðrenn avgerðin verður tikin.