Talan var um fullkomnan dominans, tá finalan í 100 metra renning hjá kvinnum var á skránni í Beijing. Har stóð nevnliga Jamaica á øllum. Shelly-Ann Fraser rann teinin upp á 10,78 sekund, og tað rakk til gullmerkið. Og henni á baki komu tvær landskvinnur. Nevnliga Sherone Simpson og Kerron Stewart. Og so var fagnaðurin sjálvandi stórur, tá tær tríggjar lótu seg heiðra av áskoðarunum.










