Í dag er kappróður á vestanstevnu, sum hesaferð er í Sandavági.
Fyrsti róðurin var barnaróðurin við dreingjamanningum.
Havfrúgvin úr Vestmanna vann fýra teir fyrstu róðrarnar. Síðsta leygardag, tá ið tað varð kappast á varmakeldu í Fuglafirði, vann Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, og aftur í dag var Jallurin fremstur.
Talan var um ógvuliga sannførandi sigur, tí Jallurin var fimm sekund fyrri á mál enn Tekla úr Klaksvík, sum vann kappingina um næstfremsta plássið við Teklu úr Klaksvík og Firvald av Tvøroyri.
1 | Jallurin | 02:42.11 | ||
2 | Tekla | 02:47.05 | ||
3 | Firvaldur | 02:48.17 | ||
4 | Spógvin | 02:49.18 | ||
5 | Ørnin | 02:50.08 | ||
6 | Royndin Fríða | 02:55.05 |
mynd: Bjarni Jakobsen