Tað var ein sera sannførandi sigur, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á jóansøku.
Jallurin vann so sera sannførandi. Tá ið bátarnir fóru um málið, var blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri gott og væl leysur av teimum báðu næstu.
Drekin og Jallurin løgdu bragdliga fyri, meðan starturin ikki var góður hjá Erlu Kongsdóttir, sum í fjør vann FM.
Eina løtu stóð tað borð um borð hjá Drekanum og Jallinum. So vísti tað seg, at tær á Jallinum vóru tær drúgvastu. Jallurin økti í hvørjum taki fjarstøðuna aftur til Drekan.
Kappingin stóð síðani um, hvør skuldi vera næstfremstur. Erla Kongsdóttir fekk ferð á, og í endaspurtinum tóku tær úr Fugalfirði Drekan.
1 Jallurin 05.05.44
2 Erla Kongsdóttir 05.09.14
3 Drekin 05.09.31
4 Teistin 05.14.14
5 Tekla
FM
1 Jallurin 14
2 Drekin 11
3 Erla Kongsdóttir 11