Jallurin bestur fyri aðru ferð

Dreingirnir hjá Róðrarfelagnum Knørri vunnu dreingjakappingina í barnaróðrinum

Fyri aðru ferð í ár vóru tað í dag dreingirnir umborð á Jalli hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum vunnu kappingina millum dreingirnar í barnaróðrinum.

Jallurin var bestur á norðoyastevnu, Tekla var best á eystanstevnu, og fyri einari viku síðani vóru tað vestmannadreingir umborð á Havfrúnni, sum vóru fyrstir á mál.

 

Í dag vóru tað aftur Jallurin, sum var fyrstur á mál. Hann var tað mesta av einari bátslongd undan Títlingi, meðan hinir vinnararnir higartil í ár vóru á triðja, fjórða og fimta plássi – ávikavíst Tekla, Firvaldur og Havfrúgvin.

 

1 Jallurin 02.50.03

2 Títlingur 02.52.01

3 Tekla 02.55.12

4 Firvaldur 02.55.16

6 Havfrúgvin 02.57.00

7 Ternan 03.03.14

8 Sílið 03.04.15

9 Drekin 03.05.12

10 Falkur 03.06.11

11 Ørnin 03.09.22

12 Silja