Jákup: Vit gjørdu øll mistøk, sum hugsast kunnu

(Ljóðsamrøða) ÍF-málverjin, Jákup Mikkelsen er sera harmur um katastrofalu dystarbyrjanina hjá ÍF

Málverjin og veteranurin hjá ÍF, Jákup Mikkelsen varð sera hugtungur um vánaligu dystarbyrjanina ÍF fekk í dag, har liðið gjørdi sjálvmál, og Ari Ellingsgaard var vístur av vølli. - Vit gjørdu øll tey mistøk, sum kunnu hugsast at verða gjørd, viðgekk Jákup aftaná 0-2 tapið úti á Argjum.

 

Jákup fegnast tó um, at ÍF reisti seg leikliga í seinna hálvleiki, har AB hevði trekt seg longur aftur á vøllin. Men fyrri hálvleikurin í dag stendur, sum ein tann ringasti hjá ÍF í hesum kappingarárinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Jákup Mikkelsen.