Jákup Sverri fekk tunfisk í trolið

- Í tí eina tóvinum mánadagin fekk Jákup Sverri ein stóran tunfisk í trolið. Hetta er ikki vanligt á slíkum túrum, sigur útgerðarmaðurin, Erling í Liða á Havstovuni.

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri er í løtuni og ger regluligar heyst yvirlitstrolingar á landgrunninum. Teir fóru út hin 8. august og koma ætlandi inn aftur 29. august.

 

Eftir at yvirlitstrolingar eru gjørdar á landgrunninum, stendur Føroyabanki fyri.

 

Túrurin á Føroyabanka, sum verður gjørdur í september, er altíð spennandi. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar tvær ferðir um árið, ávikavist um várið og heystið.

 

Erling í Liða, sum er útgerðarmaður á Jákupi Sverra, sigur, at teir í tí eina tóvinum mánadagin fingu ein stóran tunfisk í trolið, og tað er ikki vanligt á slíkum túrum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tunfiskur er fingin í føroyskum sjógvi, men hetta er heldur ikki vanligt. 

 

In.fo hevur fingið myndir av tunfiskinum sendandi, og sum skilst er hesin 2,40 metrar langur og vigar 260 kilo. 

 

##med2##

 

##med3##