Jákup Sverri aftur av Føroyabanka í morgin

Tilfeingið av Føroyabanka er fiskamatur í heimsflokki, og serstaki toskurin vekir áhuga - ikki bara í Føroyum, men eisini víða um lond. 

 

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er í løtuni á Føroyabanka og ger sínar regluligu váryvirlitstrolingar. Veðrið hevur verið vánaligt, men nú er blíðari veður.

 

Ætlandi kemur Jákup Sverri inn at landa tíðliga í morgin, mikumorgunin.

 

Í fleiri ár hevur toskastovnurin á Føroyabanka verið illa fyri, og her hevur eingin vinnulig toskaveiða verið í nógv ár. Hinvegin hevur nógv hýsa og ymisk onnur fiskasløg verið á Bankanum.

 

Spennandi verður at frætta, hvussu hesin túrurin fer at roynast.

 

Serliga er spenningur um toskin, men tað verður eisini áhugavert at fáa at vita, um hýsan á Føroyabanka framvegis er væl fyri.

 

Tilfeingið av Føroyabanka er fiskamatur í heimsflokki, og serstaki toskurin vekir áhuga - ikki bara í Føroyum, men eisini víða um lond. 

 

Tá yvirlitstrolingar verða gjørdar á Føroyabanka - ávikavist á vári og um heysti - fæst gjarna so mikið av góðum toski, at afturvendandi Føroyabankakvøldini á Barbaru kunnu haldast.

 

Matstovan keypir av hesum góða fiski, sum tey síðan borðreiða niðri í gomlu Havnini.

 

Sagt verður úr matstovuvinnuni, at Føroyabankakvøld verða á Barbaru bæði fríggjakvøldið, 25. mars og leygarkvøldið 26. mars, og at stórur áhugi er fyri hesum afturvendandi tiltøkum. 

 

##med2##

 

##med3##