Her til og ikki longur!
Tað vórðu greiðu boðini frá Jákup Mikkelsen til toppskjúttan í superliguni, Ebbe Sand, tá Herfølge spældi móti Brøndby mikukvøldið.
Og Jákup Mikkelsen kláraði tað, sum eingin annar málverji hevur klárað í ár: at halda málið reint á Brøndby Stadion.
Ebbe Sand var sum altíð naskur, og tvídystirnir millum hann og Jákup Mikkelsen vóru ein dystur fyri seg í dystinum.
Tvær ferðir var Ebbe Sand leysur í brotsteiginum, men báðu ferðirnar bjargaði Jákup frálíka væl. Toppskjúttin hjá Brøndby, sum hevur skotið 28 mál í ár, hevði eisini ein stútara stutt frá málinum, men honum tók Jákup sær eisini av.
Einki mál til Ebbe Sand og heldur einki mál til Brøndby.
Í hinum endanum hevði Herfølge einstakar kjansir fyri at gera mál, men har vísti Mogens Krogh, at hann er í HM-formi.
Seinastu umførini hava tað verið júst Jákup og Mogens Krogh, sum hava verið bestu málverjarnir í superliguni.
Skulu enda væl
Herfølge hevur langt síðani tryggjað sær lívinum í superliguni, men teir gera nógv burtur úr endanum av kappingini.
? Tað er týdningarmikið at vit enda kappingina væl, tí tað ger tað nógv lættari at fara undir fyrireikingarnar til nýggju kappingina, sigur Ole Mørch, venjari hjá Herfølge.
? Vit hava eisini skyldu yvir fyri okkum sjálvum og teimum, sum hava áhuga fyri felagnum, at gera okkara besta hvørjaferð.
Seinasti dystur hjá Herfølge verður á heimavølli móti Århus Fremad mánadagin.
Vejle út í Europa
Dysturin um seinasta Europa-Cup hjá donskum fótbólti varð avgjørdur mikukvøldið, tá Vejle vann og AB tapti.
Á heimavølli vann Vejle tryggan 3-1 sigur á Lyngby, sum eisini hevði einlítlan møguleika fyri Europa-Cup fótbólti, og á heimavøllinum í Gladsaxe tapti AB 3-1 fyri niðurflytarunum úr OB. Júst OB hevur bara vunnið síðani tað varð greitt at teir flyta niður í 1. deild, men tað hjálpir einki.
Við hesum úrslitum tryggjað Vejle sær luttøku í UEFA-Cup í heyst.