Jákup slapp aftur ígjøgnum nálareygað

Jákup Lützen kláraði enn einaferð upptøkuroyndina við góðum úrsliti og verður framvegis mettur sum ein hin besti tónleikarin í Evropa á sínum øki

Fleiri minnast óivað, tá ið Sosialurin í fjør skrivaði um Jákup Lützen, at hann hevði klárað upptøkuroyndina at koma inn í Gustav Mahler Jugendorchester, sum av nógvum  verður mett at vera Heimsins besta ungdómssymfoniorkestur.

 

Nú hevur hann aftur verið til upptøkuroynd og enn einaferð slapp hann ígjøgnum nálareyga og verður sostatt mettur at vera ein av bestu ungu bratsjspælarum í Evropa.

 

Yvir tveytúsund tónleikarar koma hvørt ár til upptøkuroyndir, sum verða hildnar í størstu býunum í øllum Evropa, men bara einir 100 sleppa inn.

 

Tey sum sleppa ígjøgnum nálareygað, sleppa at spæla saman við teimum bestu klassisku tónleikarunum undir 26 ár,  í teimum kendastu konserthøllunum og hjá fremstu dirigentunum í heiminum.

 

Gustav Mahler Jugendorchester  varð stovnað í 1986 í Wien av Claudio Abbado sála, og er so við og við blivið  eitt satt elituorkestur. 

 

Talan er vanliga um tvær konsertferðir um árið har orkestrið spælir kring allan  heimin .

 

Tey luttakandi skulu til upptøkuroynd hvørt ár um tey ætla at vera við fleiri ferðir. 

 

Hetta gjørdi Jákup Lützen so aftur í ár  við góðum úrsliti og bleiv sostatt aftur mettur at vera ein av bestu  ungu bratsjspælarunum í Evropa.

 

Í hesum sambandi er hann, eitt nú, sloppin at royna seg í einum av hemsins gitnastu konserthúsum, Royal Albert Hall, har hann spældi Jákup saman við Gustav Mahler Jugendorchester, tað er ein sending, sum BBC hevur gjørt

 

Á myndini er Jákup Lützen ytst høgrumegin, saman við Jonathan Siahaan, sum spælir piano, Amalie Elmark, næstytst vinstrumegin, sum spælir violin og Marie Louise Lind, sum spælir cello í kvartettini, nevnd Kammertonen.

 

Tann, sum vil vita meiri um Jákup Lützen, kann hyggja á hesi heimasíðuni: http://www.kammertonen.com