Jákup Mikkelsen valdi í fjør at takka fyri seg í føroyskum fótbólti – í øllum førum á vøllinum.
Tí veteranurin og ein av heilt stóru profilunum í føroyskari fótbóltssøgu staðfesti skjót, at hann vónandi fór at halda fram við at virka innan fótbóltsheimin, hóast hetta ikki longur fór at verða á vøllinum.
Nú hevur FSF boðað frá, at avtala er gjørd við Jákup, sum verður høvuðsmálmansvenjari hjá FSF í 2015.
Uppgávan hjá fyrrverandi landsliðsmálverjanum verður í fyrstu atløgu at útbúgva og vegleiða venjarar og málmansvenjarar, ið virka í føroysku feløgunum og á teimum ymsu ungdómslandsliðunum hjá FSF. Hetta verður gjørt við praktiskari málmansvenjing, og harafturat skal Jákup Mikkelsen veita hjálp og ráðgeving til venjararnar, ið skulu gera eina menningarætlan fyri einstøku málverjarnar.