Soleiðis skulu vespur týnast í Klaksvíkar kommunu

- Er eitt vespubýli staðfest, kann fráboðast til Miðlan, siga tey í Klaksvíkar kommunu

- Vespur duga væl at goyma býli móti vindi og veðri fyri lættliga at kunna verja tey. Eyðkend støð eru eitt nú undir takúthangi, undir vaðingum, á loftum, í veggjum millum skins og hold, í hjallum og grótlaðingum. 

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Víst verður á, at eitt vespubýli kann vera goymt inni í húsaklædningi ella millum steinar í einari grótrúgvu.

 

- Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er ofta lætt at finna og staðfesta. Við úthurðar ella onnur støð, har ein vanliga kemur, er tað lætt at leggja til merkis, tá tað í heilum eru sveimandi vespur á ferð.

 

Áðrenn miðjan juli sæst og merkist lítið til vespurnar, men sum býlið alsamt veksur, verða fleiri og fleiri vespur.

 

- Sum frálíður sæst ein javnur streymur av vespum, sum flúgva aftur og fram til og frá somu býlingsinngongd.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at fyri at fremja týning av vespum nøktandi og munadygt setir kommunan tvær treytir, sum skulu lúkast.

 

- Ávísast skal eitt býli ella eitt stað, har vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.

 

- Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður persónur skal verða inni/ heima, meðan týningin verður framd. Eitur verður sprænt inn í og uttan um býlið.

 

Lagt verður aftrat, at um vespubýlið eitt nú er millum skins og hold, og tað lekur inn í búrúmini, tá sprænt verður, má onkur vera inni og siga frá, um eitur treingir inn. Í so fall verður steðgað beinavegin. 

 

Er eitt vespubýli staðfest, kann fráboðast til Miðlan á tlf. 410000.

 

- Miðlan setir seg í samband við týningarskipanina, sum síðan ringir aftur til fráboðaran at avtala vitjan. Bert ánarin av avvarðandi ogn ella umboðsfólk ánarans kann biðja um týning, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.