Formaðurin í Talvsambandinum seinastu árini, Jákup Mikkelsen úr Klaksvík, legði í síðstu viku frá sær.
? Arbeiðið hjá mær á heilsøluni ger, at eg ikki longur havi tíð til at røkja formansstarvið, sigur Jákup Mikkelsen við Ítróttarsosialin. Hann sigur, at hann kortini verður sitandi í nevndini eitt ár afturat.
? Fremsta málið hjá mær tey árini, eg havi verið formaður, hevur verið at bøta um inntøkurnar til føroysku telvingina, sigur Jákup Mikkelsen.
Og hetta hevur eisini eydnast rættiliga væl. Eitt nú fær Talvsambandið stuðul frá landsstýrinum til talvolympiadurnar, og Talvsambandið er nú eisini komið á fíggjarlógina fyri fyrstu ferð.
Ivasamir karmar
Jákup Mikkelsen heldur, at umstøðurnar hjá føroyska talvsambandinum ikki eru av teimum bestu.
? Størsti trupulleikin er, at sambandið ikki hevur egin høli at arbeiða í. Hetta ger tað torførari at umsita, eitt nú við at senda kunningar út til feløgini o.s.fr. Pappírarbeiðið er endað heima hjá mær sjálvum og hjá næstformanninum Suna Merkistein, og tað hevur til tíðir verið rættiliga strævið, sigur Jákup Mikkelsen, sum nú hevur lagt frá sær sum fomaður. Nýggjur formaður er Finnbjørn Vang.