Jákup Martin verður gestur í Hólmanum

Tað eru fýra ár síðani, at HB fór úr Sundalagnum uttan úrtøku

Sunnudagin var Jákup Martin Joensen fyrstu ferð á HB beinkinum, tá ið tað endaði við 3-1 sigri í Sørvági.

 

Í dag er HB aftur á útivølli, og tað er ikki á ókendum leiðum hjá HB venjaranum. HB og Jákup Martin fyrireika seg at fara norður til Eiðis og í Hólmanum at dystast við EB/Streym, sum Jákup Martin fýra tey undanfarnu árini var venjari hjá.

 

-Eg hitti spælararnar fyrstu ferð hóskvøldið, sum vit sunnudagin fóru vestur í Vágar. Tað kvøldið prátaðu vit saman, og so vandu vit fríggjakvøldið og leygardagin. Í hesi vikuni hava vit vant. Eg kenni spælararnar, og teir kenna meg, tí eg var jú hjálparvenjari í HB fyrr í ár. Nú samskifta vit væl, og eg eri tilvitaður um, at tað skal vera friður á liðnum og í felagnum. Menningarmøguleikarnir eru stórir, og tað er spennandi, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen.

 

At Jákup Martin hevur fleiri spælarar at velja ímillum, enn hann hevði, tá ið hann vandi EB/Streym, sást í gjárkvøldið, tá ið næstbesta HB liðið var væl upplagt og vann 5-0 ímóti teimum bestu hjá NSÍ.

 

Hørður H. Askham er langtíðarskaddur, og Ári Mohr Jónsson er darvaður av skaða í lærkrikanum. Miðverjarnir Bartal Wardum og Samuel Chukwudi Johansen hava smávegis skaðar at dragast við.

 

Hjá Sigfríði S. Clementsen og EB/Streymi er úrtøkan úr sjey teimum fyrstu umførunum sjey stig. EB/Streymur hevur tapt 1-0 á útivølli ímóti KÍ og Víkingi og 2-1 á heimavølli ímóti B36, og í dag fæst at vita, hvussu tað verður ímóti tí fjórða av stóru liðunum.

 

Síðsti EB/Streyma sigurin á heimavølli ímóti HB var 25. september í 2019. Ragnar Samuelsen, sum nú spælir við B68, skoraði sigursmálið. Tveir spælarar, sum vóru við í síðsta heimasigrinum ímóti HB, eru framvegis á liðnum hjá EB/Streymi – Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen, sum ta ferðina og eitt korter undan leikloki varð skiftur inn. Tríggir HB spælarar, sum vóru við fyri fýra árum síðani, eru framvegis á liðnum – Teitur Matras Gestsson, Adrian Justinussen og Dan í Soylu.

 

Rani Hansen er vøddaskaddur, og Elias EL Moustage er langtíðarskaddur.

 

EB/Streymur – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.