EB/Streymur er gestur við Stórá í Trongisvági. TB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, og hetta er ein av dystunum, tá ið tað verður roknað við møguleikanum, at tað skal bera til.
Í gjár boðaði TB frá, at nýggjur týskur venjari er settur. Setningurin hjá Lars Heiliger er at lyfta TB av aftasta plássi.
Síðsta sunnudag hevði Karl Øster ábyrgdina, tá ið TB tapti 3-0 í Runavík. Tað er partur av søguni, at TB í fyrra hálvleiki vísti besta avrikið higartil í ár. Og tvøramenn vóru óhepnir, at teir ikki javnaðu til 1-1. Teir høvdu bóltin í málinum, men dómarin hevði bríkslað fyri frísparki til TB.
Rógvi Joensen (eftir vøddaskaða) og Mark Kongsted (eftir leikbann) eru tøkir aftur. Í vikuni varð boðað frá, at TB og Mark Kongsted hava avrátt, at danski álopsspælarin fer av landinum í summar.
EB/Streymur legði rygg til 3-0 heimatap ímóti HB. Sjálvandi ætla teir í Hólmanum sær at vinna, hvørja ferð teir fara á vøllin. Men tað tykist sum um, at teir eru øgiliga tilvitaðir um, nær teir hava veruligan møguleika at vinna, og nær spurningurin er, hvussu stórt tapið verður.
Veteranarnir Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vóru síðstu løtuna á vøllinum í Sørvági næstsíðsta mikukvøld, og teir syrgdu fyri, at tað koppaði til fyrimunar fyri EB/Streym, sum vann 3-1. Í 5-0 tapinum ímóti HB var Arnbjørn á beinkinum, meðan Hans Pauli næstsíðsta leygardag fekk dystarvenjing í næstbestu deildini. Hann var ikki á liðnum í gjár, tí bæði hann og Arnbjørn Hansen eru ætlaðir at eiga leiklut í Trongisvági ídag. Tóki H. Johannesen er framvegis skaddur í fótinum.
TB – EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00.