Fyri fáum døgum síðani varð tað alment, at samstarvið millum Jákup Martin Joensen og EB/Streym fór ikki at halda fram. Síðani hevur EB/Streymur skrivað undir sáttmála við Sigfríð S. Clementsen, sum er nýggjur høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.
Nú hevur Jákup Martin Joensen skrivað undir nýggjan sáttmála. Felagið hevur ikki kunngjørt tað enn, men góðar keldur í felagnum siga, at tað er ein veruleiki, at Jákup Martin Joensen hevur skrivað undir sáttmála við HB. Tað ber við sær, at Jákup Martin verður hjálparvenjari hjá Dalibor Savic. (Eftir at hetta varð lagt út kl. 17.50, hevur HB lagt myndina út, sum vit nú hava lagt saman við hesi greinimi. HB sigur, at Jákup Martin verður hjálparvenjari í 2023).
Umframt við nýggja hjálparvenjaran hevur HB skrivað undir við tveir nýggjar spælarar. Annar er miðvallarin Mathias Præst, sum síðsta kappingarár var lyklaspælari í AB, og hin er Mads Borchers, sum var toppskjútti í 07 Vestur og fimtbesti málskjútti av øllum í landskappingini, har hann hann skoraði 11 mál.
Í 2022 endaði HB á bronsuplássi í landskappingini. Dalibor Savic segði fyri jól, at tað als ikki var nóg gott, at felagið einki steyp vann, og hann hevur sett sær greið mál, sum hann og Jákup Martin Joensen og spælararnir skulu røkka.
-Fyrst og fremst skal tað leggjast enn meira til tann spælistílin, sum eg vil hava. Eg eri ein álopssinnaður venjari, so eg vil, at vit skulu hava bóltin, og at vit skulu stýra spælinum og sjálvir skapa dystirnar. Og tá eg sigi, at vit skulu skapa dystirnar, meini eg, at vit ikki skulu vera bundnir av at mótstøðuliðini gera mistøk. Nógv lið standa ógvuliga kompakt ímóti okkum, og tá eru tað vit, sum skulu finna holini.
Hvørja ferð vit fara á vøllin, er málið at vinna. Tað skal vera málið hjá einum og hvørjum HBara. Vinnaramentanin er partur av HB-kjarnuni, og tað skal eg fáa fram aftur í øllum spælarunum. So í stuttum kann sigast, at málið er at vinna steyp. Hvussu vit koma har til, er tað sum vit fara at arbeiða við fram ímóti næsta kappingarárið, segði HB venjarin 9. desember í samrøðu við hb.fo.
Fyrsti landskappingardysturin hjá HB í 2023 verður sunnudagin 5. mars á heimavølli ímóti B68.