##med2##
Trýst á pílin, fyri at hoyra samrøðuna við Jákup B. Andreasen
Tað er í morgin, at føroyska manslandsliðið spælir sín fyrsta dyst í 2022, tá Gibraltar tekur móti føroyska landsliðnum klokkan 17. Landsliðið hevði sína seinastu venjing undan dystinum í dag, og Jákup B. Andreasen gavst eitt sindur fyrr enn hinir.
- Hetta er bara eitt fyrivarni. Venjarin segði, at vit kundu velja seinasta øvilsi frá. Tí valdi eg tað frá og tað er bara fyrivarni til í morgin, so eg eri hundrað prosent klárur, sigur liðskiparin hjá KÍ.
Tað hevur tikið eitt sindur av tíð hjá honum, at vinna seg fram á landsliðnum, og í fjør brast fyri nev. Bæði Brandur Hendriksson og Tróndur Jensen er langtíðarskaddir. Tí eru vera væntandi boð eftir Jákupi B. Andreasen.
- Eg havi verið við landsliðnum í nøkur fá ár nú, og tú kennir teg betri til rættis á landsliðnum. Tað er øgiliga harmligt, at tað eru so nógvir skaðar á landsliðnum og tað eru góðir spælarar, sum eru úti. Vit kom heilt sikkurt eisini at merkja, at teir spælararnir mangla. Eg havi fingið onkrar minuttir í fjør, og um tað er brúk fyri mær, so eri eg klárur, sigur miðvallarin, ið ikki heilt vil kalla árið í fjør fyri eitt gjøgnumbrot.
- Tað kanst tú siga – á ein hátt. Eg kom inn í nakrar dystir og byrjaði inni onkrar dystir. Eg haldi tað gekk fínt og bleiv betri og betri. Nú skal eg bara byggja víðari frá tí. Eg vil vísa meg fram til venjing og fáa so nógv burturúr, sum eg kann, og vísa landsliðsvenjaranum, at eg eigi eitt pláss á liðnum. Tað má verða málið, sigur Jákup B. Andreasen.
FM1 sigur frá landsdystnum móti Gibraltar, sum verður í morgin klokkan 17.
##ms##