Vilt tú ogna tær ein jakka, sum hann Sissal Kristiansen evnaði til Blue Fashion Challenge? Ella eina ferðatasku úr fiskaskræðu sum tryggjaði henni vinnaraplássið? So skalt tú í minsta lagið rinda ávikavíst 25.000 og 10.000 krónur.
- Jakkin kostar ikki undir 25.000 fyri bert tilfarið, og tá eru teir mongu tímarnir ikki við. Heldur ikki hevði taskan kunnað farið fyri undir 10.000 av somu orsøk, greiðir hon frá.
Sissal Kristiansen greiðir frá, at hon hevur hugsað um møguleikan at gera mynstrið atkomuligt fyri almenninginum, um hon fær samrátt og gjørt avtalu við íslendska veitaran av fiskaskræðuni, sum jakkin er evnaður úr. Fiskurin sum skræðan er av er frá Bakkafrosti.
- Hevði eg gjørt tað, so hevði jakkin verið atkomuligur, tí mynstrið til jakkan er eitt, sum øll við seymimaskunu kunnu gera, sigur hon.
Logu nú hevur eftispurningur verið eftir pløggunum, sum tryggjaðu Sissal fyrsta plássið í avbjóðingini. Í næstum skulu pløggini hjá Sissal á ferð og sýnast fram á norðurlendskum sendistovum í heiminum og møguliga eisini á Copenhagen Fashion Week.
Sissal er glað fyri, at eftirspurningur longu hevur verið, og hon greiðir frá, at hon hevur sett sær fyri at hugsavna seg um merkið Shisa Brand næsta mánaðin.
- Tað er upp til mín: Um eg veruliga vil, eri heppin og dyrnar eru opnar kann eg fáa heilt nógv burturúr, sigur hon