Fyrrverandi franski forsetin Jacques Chirac andaðist í morgun 86 ára gamal. Tað skrivar bretski tíðindamiðilin BBC.
Jacques Chirac var forseti í Fraklandi frá 1995 til 2007, og er seinasti franski forsetin, ið hevur sitið meira enn eitt skeið.
- Jacques Chircac forseti doyði í morgun, meðan familjan var hjástødd, segði dótturmaður hansara við fronsku tíðindastovuna AFP.
Millum teirra, sum í daga hava sent eina seinastu heilsan til fyrrverandi forsetan er Jean-Claude Juncker, forseti í Evropanevndini og fyrrverandi forsætisráðharri í Luksemborg.
- Evropa hevur ikki bara mist ein stóran stásmann, men forsetin hevur mist ein góðan vin, segði Jean-Claude Juncker í eini fráboðan.
Jacques Chirac varð borin í heim í 1932 og verður hann í dag sæddur sum ein av teimum leiðandi evropeiskum politikarunum, ið virkaði fyri einum sterkum ES. Tað var millum annað við honum sum forseta, at Frakland bleiv partur av evrusamstarvinum.

Jacques Chirac deyður

