Jacobina Kristiansen vart ph.d. á Aarhus Universitetshospitali

Jacobina Kristiansen stóð 11. apríl væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Aarhus Universitetshospitali.

(Mynd og tekstur: Granskingarráðið / gransking.fo)

Jacobina Kristiansen hevur granskað nyttuna av regluligari venjing í mun til hjartaæðrasjúkur. Ritgerð hennara eitur "Effect of exercise training on platelets, coagulation and fibrinolysis in patients with stable coronary artery disease".

 

Hon hevur verið knýtt at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetri Føroya, Aarhus Universitetshospitali og Aarhus Universiteti undir lestrinum.

 

Í metingarnevndini vóru Ulrik Dalgas, professari á Aarhus Universiteti, Bente Klarlund Pedersen, professari á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og Ingebjørg Seljeflot, professari á Oslo Universitetshospitali.

 

Vegleiðarar hava verið Anne-Mette Hvas og Steen D. Kristensen, professarar á Aarhus Universiteti, Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Erik L Grove, lektari á Aarhus Universitetshospitali.

 

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum úr Sjúkrakassagrunninum. Hini, sum hava stuðlað eru Aarhus Universitet, Betri Stuðulsgrunnurin, Landssjúkrahúsið, Region Midtjylland, Fabrikant Karl G. Andersen Fond, A.P. Møller Fonden og Helga og Peter Kornings Fond.

 

Føroyskur samandráttur

 

Hjartaæðrasjúka er tann sjúkan, ið krevur flest mannalív globalt. Fólk við hjartaæðrasjúku, ið venja regluliga, doyggja minni sannlíkt av hjartaæðrasjúku og verða ikki líka ofta innløgd á sjúkrahúsi. Harafturat fáa tey eina betri lívsgóðsku. Samstundis vita vit, at akutt hørð venjing kann økja um vandan fyri deyða, hóast hetta er sera sjáldsamt. Enn er óvist, hvørjar mekanismurnar eru handan hesar broytingar eftir bæði akutta og reguliga venjing. Blóðplátur og blóðstorknan spæla ein stóran leiklut, tá blóðtøppar verða gjørdir, og møguliga kann venjing ávirka hesa skipanina.

 

Les meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

 

(Mynd og tekstur: Granskingarráðið / gransking.fo)