Jacob og Flemming eru ársins venjarar

Tað eru B36 venjarin hjá kvinnum Jacob Thomsen og ÍF venjarin Flemming Christensen, sum vóru bestu venjararnir í 2012.

-Hetta er ein stórur heïður, sum eg eri fegin um, segði Jacob Thomsen, sum í mong ár hevur verið venjari hjá B36 kvinnunum. Í løtuni dugir hann ikki at siga, um hann aftur næsta ár fer at venja B36 kvinnurnar.

-Vit hava havt eitt gott kappingarár, og tað er spennandi uppgáva at venja B36, segði Jacob Thomsen.

ÍF venjarin Flemming Christensen er tann besti í EFFO deildini. Hann er ikki á Hvonn í kvøld. Ólavur Larsen, formaður í ÍF tók ímóti heiðursgávuni:

-Flemming er kanska mest professionelli persónurin, sum nakrantíð hevur verïð í føroyskum fótbólti. Enn er ikki avgjørt, um hann aftur næsta ár verður í Fuglafirði. Hann kemur upp aftur 22. oktober, og eg vóni, at samráðingarnar fara at enda við, at hann fer at halda fram, segði Ólavur Larsen.

Hinir venjararnir, sum vóru í uppskoti, vóru Kári Reynheim og Páll Guðlaugsson.