Jacob Eli S. Olsen er nýggjur næstformaður í Føroya Lærarafelag. Tað gjørdist greitt eftir, at nevndin í felagnum skipaði seg á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin hjá felagnum. Tað skrivar Skúlablaðið.
Sostatt avloysir Jacob Eli S. Olsen Jákup av Skarði sum næstformann í felagnum eftir, at Jákup av Skarði ikki stillaði upp aftur til nevndarval.
Hini í nevndini eru Andrea á Rípuni, kassameistari, Carl Eli N. Samuelsen, skrivari og Jona Højsted, nevndarlimur.
Á sjálvum aðalfundinum 25. mars gjørdist greitt, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður. Einki annað valevni var nevniliga til sessin sum formaður.