Sonurin hjá Ozzy Osbourne arbeiðir í løtuni við at gera ein dokumentarfilm um pápa sín.
Við tónleikablaðið Rolling Stone hevur Jack sagt frá, at hann ynskir at broyta myndina, sum sjónvarpsrøðin ?The Osbourne Family? gjørdi av pápan.
- Pápi mín er ikki ein idiotur ? hann er eitt satt geni. Hann hevur stórar feilir, men tað royna vit eisini at vera opin og erlig um. Í ?The Osbourne Family? virkaði pápi mín senilur og eitt sindur klossutur. Hetta er hann kanska eisini, men hann er eisini nógv meiri enn tað. Eg haldi, at sjónvarpsrøðin átti at hava gjørt meira burturúr, hvussu hann er sum listafólk.
Í nýggja filminum tosar Jack Osbourne um pápan við fyrrverandi limir úr Black Sabbath, men familjan og vinir vilja iki so fegin siga nakað um pápan.