Eg vil, at allir borgarar í landinum skulu fáa innlit í, hvussu hesi viðurskifti eru sett saman. Tískil vil endurtaka tað, sum eg áður havi sagt um hetta mál.
1. Lønarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru ikki ásett við lóg, men við semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
2. Hoyvíkarsáttmálin ásetur, at landsins lógir ikki mugu gera mismun millum føroyingar og íslendingar.
3. Lønarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru tískil ikki umfatað av Hoyvíkarsáttmálanum.
Sjálvandi eri eg ímóti, at sosial dumping fer fram á okkara arbeiðsmarknaði, og at føroyskir handverkarar ikki sleppa til arbeiðis í sínum egna landi. Vinnumálaráðið umsitur arbeiðsmarknaðarmál, og eg vóni, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við hesum myndugleika finna eina loysn á hesum trupulleika. Eisini kann jøvn kapping tryggjast í treytunum í almennari útbjóðing.