Ja-arar noy(ð)a

   

Fólkaatkvøðan um kommunusameiningina var ikki meira enn liðug, tá ið bygdarráðsformaðurin í Hósvík spjaldraði tey, ið vilja varðveita Hósvík sum eina kommunu, sum afturhaldssinnað tvørball, sum lótu gamalt agg avgera, hvar krossurin varð settur á atkvøðuseðlinum. Síðan tá hava fleiri greinar verið at sæð í bløðunum, har tey, ið settu krossin við NEI á atkvøðuseðlinum, verða skammiliga niðurgjørd av fleiri bygdarráðslimum og eisini øðrum. Sagt verður, at tey hava staðið aftarlaga í røðini, tá Várharra útlutaði vit og skil. Jónhild Hermansen nýtir negativt ladað heiti sum gravar-bakka-persónar, merktir av elli og klandri, um tey. Og Martin Sømark sigur úrslitið koma óvart á seg og vil vera við, at tað var eitt serligt slag av sambandsmonnum, sum stemmaði nei. Ein sera áhugaverd teori, sum gevur Sambandsflokkinum stóra framgongd í Hósvík og eisini við Gjógv. Seinast í greinini stuðlar hann upp undir undirskriftainnsavningina, sum er farin í gongd í Hósvík. Eisini verður róð uppundir, at veljarin hevði atkvøtt øðrvísi, um man kendi úrslitið av valinum áðrenn, møguliga fyri at rættvísgera eina kolldøming av fólkaatkvøðuni seinni. Henda tilgongd sýtir eina ófrættakenda intoleransu og tvørrandi virðing fyri meirilutanum av veljarunum og fólkaræðinum, sum sjálvt sonevndi Bag-dad Bob hevði øtast um.
Nei, bygdarráðslimir eiga at góðtaka fólkaat-kvøðuna og taka ímóti avbjóðingunum, sum framtíðin hevur við sær ? tað er tað, sum tit eru vald til ? og ikki koma við fleiri eitrandi úttalilsum, sum undirgrava og spjaða bygdarfólkið, trivnaðinum í bygdini til miklan ampa.