Játtanin til Fróðskaparsetrið ov lág í mun til virksemið

Sigurð í Jákupsstovu sigur, at virksemið á setrinum og játtanin hanga ikki saman. Tí mugu raðfestingar gerast

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sigur seg skilja, at Óluva í Gong og felagið, ið hon varðar av, ikki eru nøgdar við tað, at ískoytisútbúgvingin ikki verður boðin út í ár, men at tað er ein fylgja av, at fíggingin á Fróðskaparsetri Føroya ikki er á nóg høg.

 

Les eisini: Skilja ikki týdningin av at útbúgva fólk í heilsuverkinum

 

- Vit eru komin har til, at aktiviteturin á setrinum og fíggingin ikki hanga saman. Tí mugu vit gera nakrar raðfestingar og tað hevur so við sær í hesum føri, at henda sparingin er gjørd, sigur Sigurð í Jákupsstovu.

 

Hann sigur víðari, at tey hava í fleiri ár roynt at mint politikkarar á henda trupulleikan, at setrið veksur skjótt, men at játtanin fylgir ikki við. Nú verða tað skjótt eini 10% av samlaðau játtanini, ið Fróðskaparsetrið skal brúka afturat, um verandi aktivitetur skal halda fram.

 

- Politiski myndugleikin skilir kanska ikki, hvussu nógv tað kostar at reka eitt universitet, sigur Sigurð í Jákupsstovu.

 

Óluva í Gong segði við in.fo fyrr í dag, at tað er manglandi forstáilsi fyri, hvussu umráðandi tað er, at vit útbúgva fólk í heilsuverkinum í Føroyum. Tí vísir Sigurð í Jákupsstovu aftur og sigur, at tað er ikki langt síðan, at setrið hækkaði inntøkuna av sjúkrarrøktarfrøðingum frá 22 til 30.

 

- Vit skilja tað væl. Vit vilja sjálvandi hava so nógv sum gjørligt. Tí royna vit alt, sum vit kunnu, at nøkta tørvin, men í ár er so hendan raðfestingin gjørd, sigur Sigurð í Jákupsstovu.