Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----
Og so fingu tey gomlu endiliga eina verju: Tey avvarandi og nøkur starvsfólk. Úrslitið var ein eykajáttan á 4,1 mill, men sum tíanverri ikki er nokk. Bara Boðanesheimið manglar 2,5 mill.
Sum avloysari á Tjarnagarði, hevur hetta verið ein spennandi og lærurík tíð. Spennandi, tí at tað munur at siga frá. Men samstundis lærurík, tí at eg enn einaferð havi sæð, hvussu politiska skipaninin svarar aftur. Illa og ófakliga.
Vánaligir ella veikir leiðarar
Tað mest undrunnarsama er tó úttalisi, sum ein er vitni til. Løgmaður hevur í fleiri førum sagt at vælferðartænasturnar ikki fara at versna hóast sparingar. Sama hevur Annika Olsen sagt. Og nú er tað enntá komið longur niður í rekkjurnar, har leiðarin fyri Tjarnagarð, Hensia Einarson, sjúkrarøktarfrøðingur, sigur tað sama. Við móttøkuna av mótmælisskriv frá avvarandi avsannaði hon pástandin um at røktin fer at versna. Hvørjum skulu vit trúgva? Vit starvsfólkini á Tjarnargarði hava eisini mótmælt sparinginum. Og víst okkara takksemi og stuðul til tey avvarandi fyri sítt átak.
Hanne-Dot Ludvig, avvarandi til húsfólk á Tjarnagarði, sigur á nýstovnaði bólkinum á Facebook, “Eldraverndin” soleiðis:
“Leiðslurnar á røktarheimunum hava generelt verið alt annað enn opnar um støðuna,”og víðari sigur hon: “Síðani tey avvarandi á Tjarnargarði í Havn opið byrjaðu at mótmæla teimum ætlaðu sparingunum har, havi eg sum sagt verið kimað niður av avvarandi og starvsfólkum kring alt landið, nøkur skelda og onnur gráta, Eg tori vegna øll avvarandi at siga, at vit eru vónbrotin um støðuna.”
Hvat er tað, sum nú fær ein leiðara fyri eitt ellisheima at verja sparingarnar? Veit leiðarin veruligani betur enn øll tey avvarandi og starvsfólk, sum hava úttala seg, við munnkurv enntá? Vita løgmaður og Annika Olsen veruligani betur enn tey sum eru nærmast við? Sum eru vitni til umstøðurnar og tosa við starvsfólkini?
Ólógligar arbeiðsætlanir
Sáttmálin hjá Heilsuhjálparafelaganum sigur, at arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum skal vera 8 tímar, undantikið um arbeiðsgongdin krevur annað. Í tíðindunum førir Hensia Einarson fram at vaktir vera styttar niður, og merkir tað eisini at færri fólk vera til arbeiðis, og starvfólkini fáa meira at gera. Reint praktiskt sæð, sparandi fyri leiðslurnar kring landið, eru styttri vaktir betur, tí at starvsfólkini mugu koma oftari til arbeiðis, men bara í styttri vaktir. Og beinleiðis brot á sáttmálan hjá Heilsuhjálparafelaganum, sum opinbart er vorðin fastur sigur hjá tí almenna.
Tá arbeiðararørslan á sinni fekk bart seg til 8 tímars arbeiðsdag, var grundgevingin at starvsfólk skuldu fáa meira frí. Tað sama kann sigast um 40 tímars vikuna ella 5 dagars arbeiðsvikuna. Men hetta at stytta arbeiðstíðina, hvat merkir tað? Sum sagt, starvsfólkini fáa meira at gera, skulu oftari til arbeiðs, uml. 2-3 dagar eyka um mánaðin. Og tá er hetta enntá á einum fakøkið har næstan øll arbeiða niðursetta tíð. So hvørji eru hesu skilafólk sum krevja arbeiðshóttandi sparingar?
Skiparin Kaj Leo og studenturin Jørgen
Jørgen Niclasen heldur áfram við sínum mantra um at hallið skal vera burtur í 2016. Og grundgevingin er, at mann kann ikki altíð hava hall. Tí at annars líða vit rentudeyðan. Játtanarkarmarnir, sum Løgtingi hevur ásett skulu haldast líka mikið hvat. Líka mikið at fleiri starvsfólk í tí almenna fara at gerast sjúk. Líka mikið um tænastustøðið lækkar, og líka mikið um landstýrsisfólk skulu fáa ministarabilar og meira í løn. M.a. Johan Dahl, partamaðurin hjá løgmanni hevur víst á teir arbeiðstyngjandi játtanarkarmarnir, hvussu teir oyðileggja tað politiska arbeiði. Alt árið er farið til at tosa um fígging. Byrjað verður í februar mánaði og enda í maj mánaði. Og síðani aftur í septembur og liðugt í desembur mánaði. Embætisfólkini munnu sikkurt vera nakað niðurtyngd av øllum hesa játtanarar- og fíggjarbeiði!
Og fíggjarmálaráðharrin hevur aftur nú sett kravið um yvurskot í 2016. Tað má bera vera soleiðis. Skít verið við fylgjunum.
Eru Føroyar eitt húsarhald?
Jørgen Niclasen segði einaferð at honum dámdi so væl tøl, og at tað var tí hann var “útlærdur” matematiskur student. Tó tað einasta endurtakandi talið vit hoyra frá honum, er at tað skal vera pluss í 2016. Og, ið sagt fyrr, at Føroyar ikki skulu líða rentudeyðan. Men so byrjar hann at gera eina villa, sum hann hevur endurtikið síðani novembur 2011. Hann samanber Føroyar við eitt húsarhald. Sigur at vit kunnu ikki hava eitt áhaldandi hall á fíggjarlógini. Ti vil hann minka um útreiðslurnar og økja um inntøkurnar. Men prógv fyri hesum, síggja vit einki til. Hvaðani kemur hesin pástandur? Ljóðar sum sunn fornuft, men hvat siga búskaparfrøðingar?
Nú er tað soleiðis at tað er ikki bara skuldin, sum er voksin seinastu árini. Samlaða bruttotjóðarinntøkan er eisini vaksin. Ì Dimmalætting vísti Jørgen Niclasen á at ES hevur krav um skuldin skal vera maks 60 % av BTÙ, og roynir Føroyar at fylgja hesum kravið. Men bíða nú, hava húsarhald sama krav?
Ein og hvør veit at hevur tú nóg høga inntøku so kanst tú fáa eitt lán uppá 1,5-2 mill til eitt húsakeyp. Og gjalda tað yvur 30 ár. Hava fólk (vanliga pør, tí at støk hava ikki ein livandi kjans á bústaðarmarknaðinum) eina samlað árliga inntøku á kr 600.000-700.000, so kunnu tey fáa eitt lán uppá hesar vælsignaðu (ella forbrendu) 1,5-2 mill. Men bíða hetta er trýggjar ferðir so nógv sum inntøkan? Hví kann so skuldin hjá landinum ikki vera trýggjar ferðir so stór? Altso eini 42 milliardir? Skulu vit fylgja logikkinum hjá Jørgen Niclasen, so kundi skuldin verið so stór, uttan at tað var so vandamikið.
Men tað er júst her at trupulleikin er: Har er eingin logikkur við samanberingin hjá “matematiska” fíggjarmálaráðharranum. Ein samfelagsbúskapur er ikki líka lættur at koppa sum eitt húsarhald. Og hevur samfelagsbúskapurin eisini eitt sindur fleiri inntøkur enn eitt húsarhald. Og hetta vita allir samfelagsbúskaparfrøðingur og vísa á at samanberingin kann ikki gerast.
Játtanarørskapur
Tað, ið løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava gloymt, ella simpulthen ikki vita, er at teir eru sekir í at minka um vøksturin í landinum. Tað almenna er stórsti einkulti faktorurin, sum ávirkar samfelagsbúskapin. Fíggjarlógin stendur fyri næstan 1/3 av samlaða BTÚ. T.v.s. at so leingi teir krevja hasar idiotisku og skilaleysu sparingarnar, minkar teir um BTÚ í Føroyum, og harvið um vøksturin í føroyska búskapinum. Inntøkurnar hjá landinum eru minkaðar við eini 265 mill við flatskattinum, sum eru stolnar frá okkum, sum gerast gomul um 30-50 ár.
Men her eisini ein onnur avleiðing av sparinginum. Almenn starvsfólk fáa minni í lønarvøkstri, meðan vanligu prísirnir í samfelaganum vaksa. Minni av peninig er til húsarhaldsvørur, og ein eyka skattur á 12 % er komin uppá pensjónirnar hjá láginntøkunum. Tey alment løntu, serliga kvinnudomineraðu fakini, skulu renna skjótari, arbeiða fleiri dagar fyri somu løn, við ringari samvitsku, tí hvør skal hjálpa teimum gomlu? Umframt tí ringu samvitskuna, at ikki kunna hjálpa, fara vit eisini at síggja fleiri sjúkrameldingar. Tað er langt síðani staðfest, at økir ein arbeiðsbyrðuna, verða tað fleiri sjúkrameldingar.
Tá fávitskan ræður
Men er tað undarligt at landstýrið ger nakað so tollut sum at spara? Hvat vita tey um heilsuverk og eldrarøkt, alment arbeiði ella tað mest týdningarmikla, samfelagsbúskap? Einki, og tað hava seinastu tvey árini prógva!
Til mótmælistiltakið í Almannaráðnum var Annika Olsen spurd, hvørjar tænastur skuldu sparast burtur, stóð hon sum bitið í lort. Hon visti ikki, tí at hon hevur ikki skil fyri tí. Landstýrið situr bara og hyggur í eitt Excel ark, og heldur at tað almenna er ov stórt. Uttan nakra grundgeving sjálvi. Sum at krevja at ein, sum límar modelflúgvarar kann vera flogmekanikari.
Vit hava tíanverri politikarar, sum krevja uttan at vita, argumentera uttan at grundgeva, forlanga uttan at kanna eftir, trúgva uttan at seta seg inn í tingini.
Tað einasta teir krevja er at sparast skal, men ikki duga ella megna teir at koma við ítiøkiligum sparingum sjálvir, men koyra heldur lortaspannina niður á teir frammanundan stressaðu millumleiðaranar
Er tað undarligt at tað verður traðkað á tey gomlu og veiku? Eingin í erva lurtar. Og starvsfólkini vera hótt við munnkurv, og trúgva at tað eru ringar tíðir og eru bangin fyri at missa arbeiði og inntøkuna.