Játtanarskipanir og fíggjarpolitikkur v.m.

Jógvan Sundstein

Fara vit 30-40 ár aftur í tíðina arbeiddi Løgtingið nógv við grunnum. Har vóru havnagrunnur, vegagrunnur, grunnur til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum o.s.fr. Hetta sást aftur á fíggjarlógini við ymiskum játtanum, men ikki við nýtsluni. Hinvegin sást á status (ikki rakstrinum) játtanin øðrumegin og nýtslan hinumegin fyri hvønn grunn sær. Argumentatiónin fyri hesi skipan var, at játtanir kundu "goymast" til seinri ár. Hetta vísti seg sum frá leið ikki at vera hóskandi, og grunnarnir vórðu so við og við avtiknir, og játtanarskipanin og roknskaparførslan gjørd meiri liðilig.

Nú liggur á tingborði uppskot til løgtingslóg um landsins játtanarskipan. Eftir hesum uppskoti skal í prinsippinum alt, sum hevur við almennar (eg meini ikki bara við lands) skipanir at gera, fara yvir fíggjarlógina og inn á landskassans roknskap. Á hendan hátt kann skjótt ivi stinga seg upp um, hvør eigur hvat av samfelagsins búskaparligu ognum. Sjálvt um ætlanin ikki er, at landskassin skal eiga alt, so kann hetta skjótt gerast endin. Tað vil siga ein sníkjandi nationalisering.

Sum heilt nátúrligt er, hevur orðaskifti tikið seg upp, um til dømis arbeiðsloysisskipanin á hendan hátt endar beinleiðis í landskassanum. Størsta varsemi má tí vísast, áðrenn ein slík lóg um játtanarskipan verður samtykt.

Skattur
Høvuðsspurningurin, ella í hvussu so er ein sentralur spurningur, er, hvat ið skal skiljast við hugtakið skatt. Hetta má tí útgreinast sera neyvt. Tað er ikki nógmikið at siga, at skattur (sum skal á fíggjarlógina) er gjøld, sum verða kravd frá fólki uttan beinleiðis mótveiting. Tað má heldur vera ein orðing, sum sigur nakað um, at skattur er gjøld upkravd av landið ella kommunum, og sum ikki eru ætlað til serstakt endamál. Vit hava í løtuni hesar skattir (ikki úttømandi):

Inntøkuskattir:
Landsskatt, persónar
Partafelagsskatt
Kommunuskatt, persónar
Nýtslugjøld:
Meirvirðisgjald
Toll- og innfluttningsgjøld
Skrásetingargjøld, akfør

Harafturat hava vit ymisk brúkaragjøld, sum ikki eru skattir, men kortini hoyra heima á fíggjarlógini, tí tey eru gjøld fyri nýtslu av almennum stovnum. Dømi eru tinglýsingargjøld, gjøld til Bileftirlitið, gjøld til Felagsskrásetingina o. s. fr.

Neyvan er nakar ivi um, at kommunuskattur ikki hoyrir heima á Løgtingsins fíggjarlóg, hann er at finna á fíggjarætlanunum hjá ymisku kommununum. Hinvegin eru hinir inntøkuskattirnir og nýtslugjøld inntøkur hjá landskassanum, uttan at tær fara beinleiðis til nakað serstakt endamál, men til alla felags puljuna hjá landskassanum.

Gjøld til beinleiðis endamál
Síðani hava vit tey gjøld, sum orðaskifti seinastu tíðina hevur staðið um. Tey mest týdningarmiklu av hesum eru gjøldini til: arbeiðsloysistryggingina, samhaldsfasta og barsilsskipanina. Øll hesi gjøld eru beinleiðis prosentpartur av lønargjaldingum, sum bæði løntakarar og arbeiðsgevarar rinda. Gjøldini fara beinleiðis í grunnar til nevndu endamál, og kunnu ikki brúkast til annað enn endamálini. Samhaldsfasti verður umsitin av egnari nevnd, eins og arbeiðsloysistryggingin og barsilsskipanin. Tvær tær seinast nevndu skipanir eru tengdar at pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Føroyska arbeiðsloysisskipanin ALS sá dagsins ljós fyrst í nítiárunum. Tá vóru ringar tíðir. Men skipanin gjørdist veruleiki í góðum samarbeiði millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Politiski myndugleikin hjálpti til, men skipanin kom at vera umsitin av arbeiðsmarknaðinum, og hon hevur vaksið seg sterka, og í flestu lutum hevur hon virkað væl. Okkurt kann bøtast um, men tað kann tað júst tí, hon ikki er fløkt inn í landskassans og politikaranna valdsøki. Líknandi útlit eru vónandi eisini fyri barsilsskipanini. Føroyar hava fingið eina skipan fyri arbeiðsloysisstuðli, sum virkar væl betur enn í flestu øðrum londum. Tí má hon ikki oyðileggjast av formalitetskrøvum.

Samhaldsfasti er nú við at koma fyri seg. Min meting er, at hendan skipanin eisini er, ella í øllum førum, verður, betur enn flest aðrastaðni. Tá ið skil er fingið á pensiónskombinatiónina: fólkapensión/eginpensión/samhaldsfasti, rokni eg við, at føroyingar kunnu breiða uppá seg, hvat fíggjarligu eldravælferðini viðvíkur.

Tað hevur tí alstóran týdning, at hesi trý nevndu økini ikki fløkjast inn í vanliga almenna forbrúkið yvir løgtingsfíggjarlógina. Neyðugt er tí, at tey virka sum sjálvstøðugar skipanir við egnari leiðslu og umsiting og roknskaparførslu. Inntøkurnar vera uppkravdar frá teimum, sum skulu njóta gott av teimum og fara bert til viðkomandi endamál. Tí er definitiónin ikki skattur, men gjald til egna vælferð.

Samlaða almenna nýtslan
Um ynski at fáa øll gjøldini á fíggjarlógina og landskassaroknskapin botnar í, at so kann síggjast á einum staði, hvussu stór almenna nýtslan er, so kann sigast, at hetta ikki skuldi veri neyðugt í einum nútíðar samfelag.

Fyri at síggja hesa nýtslu, so ber til at samantelja roknskapartølini fyri landskassan, kommunurnar, samhaldsfasta, ALS og barsilsskipanina og møguliga onnur liknandi øki.

At enda skal viðmerkjast, at tað eru áhugaverdir tankar, sum eru frammi um, at kommunurnar skjótt verða samanlagdar til eini 7-8 størri eindir, og at hesar yvirtaka fleiri málsøki. Tá kunnu tær eisini, sum Anfinn Kallsberg hevur ført fram yvirtaka uppkrevjingina av skatti og harvið fíggja sínar útreiðslur, meðan landskassin fyrst og fremst hevur nýtslugjøldini og part av felagsskattinum sum inntøkugrundarlag.