Játtanarskipanin og radiorørið

Hvør eigur trupulleikan?
Tað má sigast at verða skomm, tá okkara sjófólk ikki hoyrir útvarpið, tí at eitt radiorør manglar. Tá tað er sagt, so eri eg ikki samdur við teimum, ið royna at leita eftir trupulleikanum hjá persónum, tað verði seg telestjóra ella landsstýrismanni. Spurningurin í mínari verð er, um ikki tingið hevur sær sjálvum fyri at takka.
Løgtingið og detailstýring
Løgtinginum dámar væl detailstýring. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Eg minnist frá mínari tíð á Strandferðsluni, tá Løgtingsmenn vildu sleppa at avgera, hvat merki av motorum skuldu í Másan og Sam. Detailstýring úr tinginum av tekniskum økjum er og hevur altíð verið óheppið. Ongantíð meir so enn í dag, har fíggjar-lógin er so mikið stór, at tað ikki er hugsingur um, at Tingið kann forútsiga uppá krónuna, hvat pengar skulu brúkast til eitt ár fram. At eitt radiorør skal gerast mál í einum parlamenti í ár 2005 er einki minni enn syrgiligt.
Játtanarskipanin óheppin
Vit fingu fyri nøkrum árum síðani eina nýggja játtanarskipan. Vit hava nú havt nøkur ár at vurdera hesa skipan. Um til dømis eitt sjúkrahús ella ein stovnur kann spara pening netto við ikki at brúka av einari kontu við at brúka eitt sindur meir av einari aðrari, so má hetta fyri tingið sum ein eykafíggjarlóg. Er hetta rímiligt? Er hetta tað, ið borgarin ynskir? Motivatiónin til at spara gerst sera lítil, um einki kann gerast t.d. tá Tingið er í summarfrí. Íløgujáttanir kunnu ikki flytast tvørturum nýggjár. Aftur eitt dømi, har studentikosar tulkingar av stýrisskipanarlógini, kombinerað við vantandi royndum í vanligum rakstri, hava leitt okkum út í óføri. Heimurin steðgar ikki upp 1 januar, og tað er reint spill av ressoursum, at Tingið játtar fleiri ferðir til somu íløgu. Vit síggja eisini, at stirvna skipanin ger, at almennir stovnar aftra seg við at brúka pening fyrst í árinum, tí man er bangin fyri at koma til markið á játtanini, fyri síðani at brúka eina rúgvu av pengum millum jól og nýggjár, fyri at játtanin ikki skal fella aftur í stóra pott 1 januar.
Rammujáttanir við útdelegering
Radiorørið er eftir mínum tykki symptomatiskt fyri hesa játtanarskipan, vit hava fingið. Tað næsta kann verða sjónvarpssendinetið. So leingi vit ynskja, at Løgtingið samtykkir eykalutskeyp, so kunnu vit vænta okkum mál sum hetta. Rammujáttanir við kravspesifikatiónum til landstýrismenninar eiga at verða samtyktar av Tinginum. Landstýrismenninir eiga so at fáa heimild til at økja detaljeringsgradina og at kunna flyta ímillum konti. Vit eiga nógvar dugnaligar stovnsleiðarar í dag, og hesir eiga eisini at kunna flyta millum konti, tó lønarkonti undantikið. Vit mugu minnast, at endamálið við einari og hvørjari almennari játtanarskipan er at borgarin skal fáa sínar tænastur so smidliga og bíligani sum møguligt. Ber hetta ikki til, so eigur lóggávan at broytast, so tað fer at bera til. Trupulleikin er ikki persónar, men skipanin.