Hóast amerikanski ríkiskassin hevur eina ovurhonds stóra skuld at dragast við, samtykti Senatið í Washington einmælt í gjár at játta 631,4 milliardir dollarar ella 3.600 milliardir krónur til hernaðarmál í fíggjarárinum, sum byrjaði tann 1. oktober. Skjølini í sambandi við uppskotið vísa, at amerikanska hjáveran í Afghanistan fer við meginpartinum av pengunum.
Játtanin er heldur størri enn tað, sum Barack Obama, forseti, skeyt upp. Hansara uppskot var at játta 614 milliardir dollarar til hernaðarmál. Men demokratarnir og republikanararnir samdust um at játta 17 milliardir dollarar afturat, hóast flokkarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt at skerja ta ovurstóru almennu skuldina, skrivar AFP úr Washington.
Í uppskotinum hevur Senatið sett pengar av til at verja amerikanskar sendistovur og aðrar umboðsstovur í útlondum, og hetta er ein beinleiðis avleiðing av álopinum á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi í septermber, har fýra amerikanarar doyðu.










