- Eg kláraði tað! Eg fekk tríggjar feilir. Hetta var veldugt, segði Bjørgfinnur í telefonini beint eftir próvtøkuna
Vanliga arbeiðir hann frá 8-16 ella 8-18 alt eftir, hvussu bussurin koyrir. Hann vónar tó at fáa koyrikort sum skjótast, so at hann fær møguleika at koyra til arbeiðis. Hann má tó bíða í tolni til tann 12. november, tá ið hann í fyrsta lagi sleppur upp í koyring.