Jú, sanniliga økti fullveldissamgongan um tilflytingina!

Sámal Matras Kristiansen (SMK) vil í grein í Dimmu mikukvøldið 8.august verða við, at fullveldissamgongan økti ikki um tilflytingina. Hetta uppáhald sigur hann seg undirbyggja við einari talvu, sum vísir broytingarnar í fólkatalinum frá 1990 til 2010.
Eg fari fyrst at takka honum fyri talvuna, sum hann leggur við greinini. Talvan undirbyggir jú heilt greitt – og enntá við greiðum tølum, at ongantíð í Føroya søgu er tilflytingin økt so nógv sum tíðarskeiðið frá 1998 til 2003.
Tøl og aftur tøl!
Telja vit tølini saman sum SMK gevur okkum, síggja vit, at fólkatilflytingin vaks við heili 10.801 fólkum meðan fullveldissamgongan sat. Meðan fólkafráflytingin er væl minni.
Samanbera vit hetta seks ára tíðarskeið við tey seks árini frammanundan - frá 1992 til 1997 - síggja vit, at fólkatilflytingin – sambært somu talvu – vaks við 8.933 fólkum. Og tey seks árini aftaná fullveldissamgonguna vaks fólkatilflytingin til Føroyar við 8.558 fólkum.
Nettotilflyting
Hetta eru stór tøl, serliga um vit bara hyggja at tilflytingini. Men tað er nettotilflytingin, sum er áhugaverd. Men eisini her skarar tíðarskeiðið hjá fullveldissamgonguni framúr. Øll árini meðan fullveldissamgongan sat, er fráflytingin væl lægri enn tilflytingin (sambært tølunum, sum liggja við greinini hjá SMK). Og tá ið tilflytingin er størri enn fráflytingin sleppur fólkatalið at vaksa ár eftir ár eftir ár meðan fullveldissamgongan situr. Og fólkatalið økist við gott tvey túsund fólkum hesi árini.
Men tíverri, so skjótt sum fullveldissamgongan fer frá, hevur fráflytingin verið størri enn tilflytingin. Tað er at harmast um sjálvsagt, tí hetta hevur gjørt, at fólkatalið í Føroyum er minkað hvørt ár frá 2004.
Fakta á borðið!
Eg eri samd við SMK, at tað hevði verið gott við eini faktakekksending (sum hann kallar tað) í Kringvarp Føroya. Men táið hon ikki er veruleiki, er hinvegin gott, at samfelagsfrøðingar og enntá teir, sum siga seg vera floksloysingar skriva og koma við nøkrum fakta á borðið. Serliga fegin eri eg um tølini, sum SMK leggur við grein síni. Tey undirbyggja jú heilt greitt orðini hjá Gunvør Balle, har hon skrivar: ”…Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998, fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land…”