Jørgin Dahl aftur á pall í Føroyum

Arbeitt verður nú við at skipa fyri konsert í Føroyum, har Jørgin Dahl skal spæla saman við nýggjum bólki

Í gjár kom fyrsta solofløgan hjá Jørgini Dahl út, og í kjalarvørrinum á hesum verður nú arbeitt við at fáa tiltikna komponistin og tónleikaran aftur á pall í Føroyum.

Men fólk verða noydd at brynja seg við toli, tí tað verður ikki fyrstu nógvu vikurnar, at klaksvíkingurin aftur fer at spæla á konsert í Føroyum.

Í løtuni verður arbeitt við at skipa fyri konsert í summar, og møguliga verður tað á Jazzfestivalinum í ár, at Jørgin Dahl aftur verður at síggja. Tað eru yvir 10 ár síðani, at Jørgin stóð á pallinum á tiltiknu 70?ara konsertini í KÍ-høllini í Klaksvík.

? Eg hevði gjarna viljað sloppið at spælt sangirnar á nýggju fløguni hjá mær fyri føroyingum, sigur Jørgin Dahl, sum hóskvøldið kom til landið í sambandi við útgávuna av Lost Pilgrims.

Nýggja fløgan er komin til landið, men tað er ein framleiðslufeilur í tveimum av sangunum, og tí má nýggj sending fáast til landið í næstu viku.

Fólk, sum hava hug at ogna sær fløguna beinanvegin, kunnu gera tað, og tey fáa høvi at býta fløguna um, tá nýggja sendingin kemur til landið um eina viku.

Í 2?aranum í dag hava vit eitt portrett av Jørgini Dahl.