Jørgensen fingið sáttmála á Fyn

Bjarni Jørgensen hevur skrivað undir sáttmála við FC Fyn. Sáttmálin er galdandi fram til august, so Bjarni Jørgensen hevur eitt hálvt ár at sannføra tey í FC Fyn um, at hann er verdur at halda uppá.

 

Sjálvur sigur Bjarni seg vera spentan upp á uppgávuna.

- Fyrstu tíðina komi eg at spæla á næstbesta liðnum, men eg fari sjálvsagt at royna at spæla meg á besta liðið, sigur Bjarni Jørgensen. Higartil hevur hann spælt ein venjingardyst, har teir vunnu heili 6-0 og Bjarni legði upp til tvey av málunum. Síðani hevur hann verið sjúkur, og tískil hevur tað ikki verið nógv av venjing ella dystum hjá Bjarna seinastu tíðina.

 

Bjarni Jørgensen hevur vant við FC Fyn síðani tíðliga í januar. Tað var Erik Klint, sum tryggjaði honum møguleikan at royndarvenja við felagnum, og tað er eisini hann, sum hevur hjálpt Bjarna Jørgensen við at fáa sáttmálan í lag.

 

Bjarni er ikki fyrsti føroyingurin í FC Fyn. U21-landsliðsleikarin Viljormur Davidsen, sum eisini hevur verið inni kring A-landsliðið, er fastur maður í verjuni á besta liðnum hjá FC Fyn. Hann hevur eisini verið tikið lut í teimum flestu venjingardystunum hjá FC Fyn í ár.