Jørgen rennur framvegis undan veruleikanum

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
-----

Samgongan vil vera við, at flatskatturin hevur havt positiva ávirkan á landskassan. Hetta passar ikki. Hinvegin hevur flatskatturin havt negativa ávirkan, tí hann var ikki fíggjaður.

Lat tað vera sligið fast beinanvegin, at Javnaðarflokkurin ynskti eisini skattalætta. Men hesin skuldi koma teimum til góðar, sum høvdu størsta tørvin, also lág- og meðalinntøkunum.

Eisini hevði tað týdning fyri Javnaðarflokkin, at ein skattaumlegging var fult fíggjað. Tí er hon ikki fíggjað, verður neyðugt at fremja ógvusligar skerjingar innan almennar tænastur og vælferðarskipanir.

Í tveimum umførum havi eg sett Jørgen Niclasen fyrispurningar um avleiðingarnar av flatskattinum. Hettar hevur tó verið úrslitaleyst, tí Jørgen kemur ikki við einum veruligum svari ( sí fyrispurningar og svarini her: www.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebswww.logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs ).

Tá Jørgen ikki vil svara spurningunum, sum verða settur honum, má eg royna sjálvur.


1. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2011 frá vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum?

Svar: Inntøkurnar vóru 1.707 milliónir krónur.

2. Hvat metti Fíggjarmálaráðið vanliga landskattin, meirvirðisgjaldið, tollin og onnur avgjøld til í fíggjarkørmunum fyri 2012, sum Løgtingið samtykti á vári 2011?

Svar:
Inntøkur landskassans frá vanligum landsskatti og avgjøldum fyri 2012 vóru mettar til 3.179 milliónir krónur.

Í fíggjarkørmunum fyri 2012 var ein ávísur inntøkuvøkstur væntaður. Hetta er heilt vanligt. Um vit hyggja at føroyska búskapinum og inntøkum landskassans yvir tíð, kunnu vit staðfesta, at hesar vaksa javnt og samt. Til dømis er føroyski búskapurin og inntøkur landskassans nærum tvífaldaðar seinastu 15 árini. Hetta orsakað av inflatión og øktari framleiðslu.


3. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 av vanligum landsskatti, meirvirðsgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum?

Svar: Inntøkurnar vóru 1.609 milliónir krónur.

4. Hvussu stór er hækkingin/lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 samanborið við somu mánaðir í 2011, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldunum?

Svar: Inntøkurnar vóru 98 milliónir krónur ella 5,75 prosent lægri fyrstu sjey mánaðirnar av 2012, samanborið við sama tíðarskeið í 2011.

Síðani spurningurin varð settur, hava vit eisini fingið inntøkutølini fyri august, og taka vit tey tølini við, so kunnu vit sambært heimasíðuni hjá TAKS staðfesta, at inntøkur landskassans fyrstu átta mánaðirnar av 2012 vóru umleið 150 milliónir krónur lægri samanborið við sama tíðarskeið í 2011.

5. Hvussu stór er hækkingin/lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum í mun til metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum í fíggjarkørmunum fyri 2012, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum?

Svar: Sambært fíggjarkørmunum varð mett, at landskassin fór at fáa 3.179 milliónir krónur inn í 2012. Verður hetta umroknað til sjey mánaðir, gevur tað 1855 milliónir krónur. Vit kunnu staðfesta, at landskassin fekk 1609 milliónir krónir fyrstu sjey mánaðirnar av 2012. T.v.s. at landskassin hevur fingið 246 milliónir krónur ella 13,25 prosent minni inn, enn mett í fíggjarkørmunum.

Síðani spurningurin varð settur, hava vit eisini fingið inntøkutølini fyri august mánað. Taka vit tey tølini við, kunnu vit staðfesta, at inntøkur landskassans fyrstu átta mánaðirnar av 2012 hava verið umleið 300 milliónir lægri enn mett í fíggjarkørmunum.


Sum tølini vísa, so er tað als ikki rætt, tá ført verður fram, at flatskatturin hevur havt positiva ávirkan á landskassan. Tvørturímóti staðfesta tølini, at flatskatturin hevur havt katastrofalar fylgjur fyri landskassan, og tí verður helst neyðugt við ógvusligum skerjingum í okkara vælferðarskipanum komandi árini.