Tey, sum fáast við at heimavirka vørur av ymsum slagi, fara ikki at sleppa heilt so lætt kortini, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevði ætlað.
Hann ætlaði at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum fáast við at heimavirka vørur, skulu fáa tær fyrstu 50.000 krónurnar í inntøku, skattafrítt.
Og annars skulu tey bara rinda 15 prosent í skatti av inntøkum oman fyri 50.000 krónur. Harafturat skuldi heimavirkið verða mvg frítt, sama, hvussu stór sølan er.
Hetta hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí mett var, at hetta fer at gera enda á teimum, sum hava tað sum vinnuveg at sniðgeva og virka klæðir, og annað.
Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag er ímóti ætlanini tí tey halda, at kappingin ímillum heimavirki og fyritøkur og tey, sum hava tað sum vinnuveg, verður ov ójøvn.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tann vinnan, sum er at sniðgeva og at virka vøru, hevur ment seg seinastu árini frá at vera heimavirki burturav, til eisini at fevna um fleiri fyritøkur, ið hava sett fleiri starvsfólk í starv undir skipaðum viðurskiftum.
Samstundis hava vit fingið eina yrkisútbúgving í Føroyum innan klædnahandverk og tilvirking.
– Fleiri hava fingið, og eru í holt við at ogna sær prógv innan hesar útbúgvinginar. Í fyritøkunum eru nú útbúnir skraddarar, buntmakarar, klædnahandverkarar, sniðgevarar og tilvirkisatstøðingar.
Sostatt er hendan vinnan við at menna seg til eina professionella vinnu, sum gevur góðar vónir til framtíðina, hóast talan er um smáar fyritøkur, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Jørgen Niclasen hevur partvís tikið hesar viðmerkingarnar til eftirtektar.
Tí hevur hann broytt uppskotið, soleiðis, at tey, sum fáast við heimavirki, kunnu selja fyri 50.000 krónur, uttan at rinda skatt. Men annars skulu tey rinda vanligan skatt, og mvg av allari sølu oman fyri 50.000 krónur.