Jørgen Niclasen hitti týska sendiharran

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hitti í dag týska sendiharran Seinnapartin hitt Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, týska sendiharran í Danmark, Dr. Christoph Jessen, sum vitjar í Frøoyum.

Á fundinum greiddi landsstýrismaðurin frá, at landsstýrið arbeiðir við styrkja samstarvið við ES, og at endamálið er at fáa í lag sáttmáli við ES um tey fýra frælsini. Eisini kunnaði hann sendiharran um ætlanina at gerast limur í EFTA. Somuleiðis vóru handilsviðurskifti millum Føroyar og Týsklands umrødd.

Týski sendiharrin vitjar í Føroyum í sambandi við, at Annfinn V. Hansen, advokatur, er vorðin tilnevndur týskur heiðurskonsul í Føroyum.